Bretar ivast í Brexit

Bretar ivast í Brexit
Bretar eru at kalla eins ósamdir um Brexit í dag, sum teir vóru, tá ið fólkaatkvøðan var 23. juni 2016. 
 
11.08.2018 - 10:25

Var fólkaatkvøðan í dag, høvdu 52 % av veljarunum valt at vera verandi í ES, og 48 % valt Brexit. Tað vísir ein veljarakanning, sum er gjørd seinastu tríggjar mánaðarnar.

Eins og tá, so er stórur munur á, hvat tey ungu valdu, og hvat tey eldru valdu, skrivar BBC á heimasíðu síni. 

Heili 70 % av teimum, sum eru millum 18 og 24 høvdu valt at vera verandi í ES, meðan heili 60 % av teimum, sum eru eldri enn 60 ár, høvdu valt at venda ES baki, um val var í dag. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083