Spógvin eitur Trý systkin

Spógvin eitur Trý systkin
Spógvin, sum Vørn átti, eitur nú Trý systkin og er skrásettur í Nólsoy.
 
21.08.2018 - 12:24

Smápartafelagið Jónhard Fróði Danielsen í Nólsoy keypti Spógvan í síðstu viku fyri 380.000 krónur.

Spógvin varð lýstur til sølu tann 19.juli.  Vørn brúkti ikki Spógvan, og tí varð hann seldur.

Spógvin varð bygdur í Danmark til Vaktar- og bjargingartænastuna í 1986.

Spógvin - nú Trý systkin, er glastrevjabátur, og hann er góðar níggju metrar langur.

Hóast Spógvin ikki varð brúktur í nógv ár, er hann hildin við líka øll árini, og hann hevur siglingarloyvi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083