Kringvarpið søkir eftir nýggjum stjóra

Kringvarpið søkir eftir nýggjum stjóra
Gott tveir mánaðar eftir, at fyrrverandi stjórin fór frá, søkir Kringvarpið nú eftir nýggjum stjóra.
 
23.08.2018 - 15:27

Kringvarpið søkir nú eftir nýggjum stjóra. 

Kári Sólstein, starvsfólkaumboð í stýrinum, tók við sum virkandi stjóri í kringvarpinum, tá Johnny í Grótinum fór úr starvinum tann 15. juni. Men nú søkir Kringvarpið eftir nýggjum stjóra. 

Freistin at søkja starvið er 21. september. 

Stjórin í Kringvarpinum hevur dagligu programmábyrgdina og røkir fyrisitingarligu og búskaparligu leiðsluna av Kringvarpi Føroya

Starvið, ið er áramálssett í fimm ár, er lønt samsvarandi 38. lønarflokki í avtalu millum Tænastumannafelag Landsins og Fíggjarmálaráðið, tó uttan at verða tænastumannastarv. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334