Kristian Samuel gav krúnprinsinum Mr. Lee

Kristian Samuel gav krúnprinsinum Mr. Lee
Kristian Samuel í 3.D í Skúlanum á Fløtum hevði gjørt sær stóran ómak at pakka eina serliga gávu inn til krúnprinsin, sum hann gav honum í morgun.
Fríðrikur krúnprinsur tók ímóti pakkanum frá Kristiani Samuel.
Mynd: Árna Fjallstein  
 
23.08.2018 - 16:37

Næmingarnir í Kongagøtu og Finsen taldust millum teirra, sum fagnaðu krúnprinsaparinum í morgun, tá almenna vitjan teirra byrjaði. 

Krúnprinsaparið heilsaði upp á næmingar í 1., 2., og 3. flokki, sum stóðu spent og bíðaðu á Bursatanga.

Á heimasíðuni hjá Skúlanum á Fløtum er ein sera fittlig søga frá krúnprinsavitjanini í morgun. 

Kristian Samuel í 3.D hevði gjørt sær stóran ómak at pakka eina gávu inn til krúnprinsin. Hann hevði brúkt av sínum egnum lummapengum til gávuna, og hann hevur eisini skrivað krúnprinsinum eitt bræv. Til alla lukku eydnaðist honum at handa gávuna, og tað var ein fegin krúnprinsur, sum tók ímóti. 

Tá ið lærarin forvitin spurdi, hvat var í pakkanum, svaraði Kristian: "Jú, eg havi keypt honum fýra pakkar av Mr. Lee, tí tað er ikki at fáa í Danmark". 

Fleiri myndir frá kongaligu vitjanini kunnu síggjast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
193101
Týsdag 10. juni
Veðrið
193072
Sunnudag 8. juni
Andakt við Bergi Debes Joensen
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979