Tórshavnar kommuna selur grundstykki

Tórshavnar kommuna selur grundstykki
Komandi hóskvøld skal býráðið viðgera ymsar grundstykkjasølur, sum Tórshavnar kommuna ætlar at fremja.
Býráðið ætlar at selja fleiri grundstykki í Hoyvík millum annað eitt við Karlamagnusarbreyt.
 
29.08.2018 - 11:31

Tórshavnar kommuna selur grundstykki í Hoyvíkshaganum, sum hon áður hevur selt og síðani keypt aftur.

Eitt stykki við Karlotsgøtu er til sølu fyri eina millión krónur, sum er hægsta boð. Stykkið er 408 fermetrar.

Eitt annað stykki við Mylnutjørn, sum kommunan seldi í 2012, men hevur keypt aftur fyri 451.681 krónur, sama prís, sum stykkið varð selt fyri í 2012, verður selt aftur fyri 710.000 krónur, sum er hægsta boð hjá ognarmeklara.

Í Kaldbak verður eitt 500 fermetra stórt grundstykki selt fyri hægsta boð, sum er 200.000 krónur.

Stykkið er mett at vera 5.750 krónur meira vert, men boðið er 200.000 krónur.

Eitt stykki er við Karlamagnusarbreyt, sum kommunan seldi einum smápartafelagi fyri eina millión og 54.000 krónur.

Nú selur tað felagið og eitt annað smápartafelag einum triðja smápartafelag stykkið fyri sama prís, og nýggja felagið ætlar at byggja 12 íbúðir á stykkinum.

Kommunan ætlar eisini at selja fýra stykki við Kerjagøtu á Dánjalstrøð fyri 1,1 millión krónur stykkið.

Allar hesar grundstykkjasølurnar verða viðgjørdar á býráðsfundinum í annaðkvøld.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. september
Upp á tá - 250926
213832
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650