- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kommunurnar ósamdar um leistin

Kommunufelagið vil hoyra hvat kommunurnar halda um kommunalu samstørvini, nú alt økið verður endurskoðað. Tí eru kommunurnar spurdar um lógin skal orðast soleiðis, at eldraøkið verður lagt til einstøku kommununa at umsita, uttan nøkur krøv um samstarv við aðrar kommunur. Freistin at svara er longd til 10. september, upplýsir Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum.
-Vit hava fingið svar frá nøkrum kommunum og tær eru ymiskar á máli. Summar vilja halda fram við verandi samstarvi og aðrar kommunur vilja sleppa úr samstarvinum, sigur Eyðun Christiansen.
Tá eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015 varð ásett, at lógin skuldi eftirmetast eftir fimm árum. Avgjørt er tó at framskunda hetta, so eftirmetingin verður gjørd longu í ár. Serliga eru tað markamótini millum land og kommunur, afturberingarleisturin og lógarásetingarnar um kommunalu samstarvsøkini, sum skulu eftirmetast.
Heilsu- og innlendismálaráðið og Kommunufelagið standa fyri eftirmetingini.



























