Dystast um Lionsbikarið

Dystast um Lionsbikarið
Tey bestu í farna kappingarárið spæla um Lionsbikarið sunnudagin
 
05.09.2018 - 12:25

Seinnapartin sunnudagin verður ítróttahøllin í Kollafirði karmur um ársins stórsteypadystir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár hjá kvinnum og monnu kappast um Lionsbikarið.

Fyrri dysturin er klokkan 15 millum kvinnurnar hjá VÍF og Kyndli, ið vóru tey bæði liðini, sum síðsta kappingarár spældu bæði finaluna í steypakappingini og heilar tríggjar finalur um føroyameistaraheitið.

Í báðum førum vann VÍF, so nú er eitt høvi hjá Kyndli at svara aftur.

Seinni dysturin verður millum mansliðini hjá H71 og Kyndli. H71 vann føroyameistaraheitið og kom eisini í steypafinaluna, har Kyndil tó var drúgvara felagið og vann.

Hetta er fimta árið, at spælt verður um Lionsbikarið. Kyndilskvinnur vunnu í fjør og í 2014, og tær eru við fyri fjórðu ferð, meðan VÍF-kvinnurnar, ið taptu við einum máli fyri tveimum árum síðani, eru við fyri aðru ferð.

Menninir hjá H71 hava spælt og vunnið síðstu tvær ferðirnar og eru nú við fyri triðju ferð, meðan hetta er aðru ferð, at menninir hjá Kyndli spæla um Lionsbikarið, ið teir vunnu í 2014.

Lions Club Tórshavn skipar fyri dystunum í samstarvi við Hondbóltssambandið, og sum vanligt fer ágóðin av dystunum báðum til vælgerandi endamál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Mikudag 17. juni
Morgunlestur mikudagur 17.juni 2026
209564
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762