Nes kommuna vil varðveita verandi skipan

Nes kommuna vil varðveita verandi skipan
Eisini Nes kommuna vil varðveita verandi skipan, sum kom í 2015, tá eldraøkið varð flutt kommununum at umsita. 
 
05.09.2018 - 13:18

Tað varð einmælt samtykt á bygdaráðsfundi í Nes kommunu síðstu viku at varðveita verandi skipan á eldraøkinum. 

Frammanundan hevur eisini Sjóvar kommuna boðað frá, at hon vil varðveita skipanina. Saman við Runavíkar kommunu hava tær báðar kommunurnar við Skálafjørðin samstarv um eldraøkið í Roðanum.

Býráðið í Runavík hevur fund í morgin. Hetta er fundurin, sum varð útsettur 30. august.

Endurskoða skipanina á eldraøkinum

Landsstýrið er í ferð við endurskoða lógina um eldraøkið.

Kommunufelagið hevur tí spurt kommurnar og samstørvini, um eldraøkið eigur at verða lagt út til hvørja einstaka kommunu sær, sum so kann velja at umsita eldraøkið einasamøll ella saman við øðrum kommunum.

Lógin um kommunalt samstarv, sum hon nú er orðað, áleggur kommununum at vera í ávísum samstarvi um eldraøkið. Ikki allar kommunur eru so fegnar um tað.

Ósamdar kommunur

Í Sjóvar kommuna er niðurstøðan púra greið. Kommunustýrið heldur, at samstarvið við Nes kommunu og Runavíkar kommunu, sum eitur Roðin, er fyrimyndarligt. 

Tí vil kommunustýrið á Strondum ikki, at broyting verður gjørd í lógini.

Býráðið í Sunda kommunu hevur eisini viðgjørt málið. Har varð samtykt at taka undir við uppskotinum um at broyta lógina um kommunalt samstarv, so tað verður hvør kommuna sær, sum skipar eldraøkið. Samstarv við aðrar kommunur er ikki eitt krav, men ein møguleiki.

Uppskotið um lógarbroytingina er ikki viðgjørt í øllum kommununum enn. Freistin at svara Kommunufelagnum er til 10. september.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. januar
EM-tíðindi 20. januar 2026
202961
Týsdag 20. januar
Breddin: Bara ein vaksin í húskinum
202959
Týsdag 20. januar
Morgunlestur týsdagur 20. januar 2026
202876
Mánadag 19. januar
Nýggjár á Gentuvesinum 2025
202924
Mánadag 19. januar
Við Tórði á stytstadagstúri
202923
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852