- Føroyar eiga og skulu vinna á Malta

- Føroyar eiga og skulu vinna á Malta
Lars Olsen, landsliðsvenjari, sigur, at Føroyar eiga at vinna dystin móti Malta, sum verður spældur fríggjakvøldið á Tórsvølli.
 
06.09.2018 - 12:44

Føroyar eiga og skulu vinna á Malta á heimavølli.

Tað sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari, undan fyrsta dystinum í nýggju Nations League-kappingini fyri manslandslið í fótbólti.

Føroyar spæla móti Malta á Tórsvølli í annaðkvøld.

- Skulu vit enda ovaliga í bólkinum, so er tað neyðugt í bólkadystum sum hesum, har liðini grundleggjandi eru jøvn, at vinna heimadystirnar, sigur landsliðsvenjarin.  

Eftir góðu úrslitini í seinastu undankappingini, tá Føroyar fingu 9 stig í alt, eru fleiri farin at halda, at vit hava ikki havt betur landslið enn júst nú. Lars Olsen er ikki heilt ósamdur.

- Tað eru fleiri og fleiri av okkara monnum, sum spæla uttanlands og eru fastir partar av liðunum, og tað minnist eg ikki, at vit hava sæð fyrr. Við tí grundarlagi, so hevur tað faktisk ikki sæð betri út enn júst nú, men sum sagt, tað er á vøllinum, at vit skulu prógva okkara virði, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari hjá føroyska A-landsliðnum í fótbólti. 

Seinast Føroyar og Malta spældu var í venjingardysti á Malta í 2013. Tá vann Malta 3-2. Seinast Malta spældi í Føroyum var í øðrum venjingardysti í 2004. Tá vunnu Føroyar 3-2. 

Føroyar og Malta spældu í 1997 tveir dystir sínamillum í undankappingini til HM-endaspælið í Fraklandi í 1998. Føroyar vunnu báðar dystirnar 2-1.

Dysturin í annaðkvøld byrjar klokkan 19.45. Kringvarpið sendir beinleiðis bæði í sjónvarpi og útvarpi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Mikudag 7. oktober
Heilsuhornið
214419
Mikudag 7. oktober
Morgunlestur
214424
Týsdag 6. oktober
Maðurin umborð
214371
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391