Høvdu ikki neyðugu loyvini

Høvdu ikki neyðugu loyvini
Týsdagin í næstu viku fellur dómur í málinum móti tí, sum førdi rib-bátin og tí, sum eigur bátin, í sambandi við eitt óhapp umborð  í fjør summar
 
07.09.2018 - 20:38


Óhappið hendi, tá báturin  var staddur í Skopunarfirði. Løgreglan frætti um tilburðin, tá ein kvinna varð flutt á Landssjúkrahúsið tí hon hevði fingið skaða í ryggin.

Kunngerðin ikki hildin

Skiparin á RIB-bátinum er ákærdur fyri brot á kunngerð frá 2008 um manning á førum minni enn 20 bruttotons í strandarsigling, sum sigla við upp til 12 ferðafólkum.

Ákæra er eisini reist, tí manningini taldi bert EIN, hóast fleiri enn 5 ferðafólk vóru umborð,- og tað er ikki í tráð við kunngerðina. Og hesin hevði hvørki størra dugnaskaparsprógvið í sigling,  góðkent trygdarskeið fyri sjófólk ella heilsuváttan fyri sjófólk. 

Heldur eingin persónur við dugnaskaparsprógvi í motorpassing var umborð, hóast báturin hevði størri framtøkumegi enn 100 KW. Felagið, sum eigur bátin, er ákært, tí felagið hevði ábyrgdina av, at báturin sigldi við ferðafólki, hóast siglingarloyvið til ferðafólk ikki var endurnýggjað. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053