Løkke hevði 1,6 milliard við til grønlendingar

Løkke hevði 1,6 milliard við til grønlendingar
Danska stjórnin setur 700 milliónir krónur í tveir flogvøllir í Grønlandi og tryggjar grønlendingum aðrar 900 milliónir krónur í lagaligum lánum.
Lars Løkke Rasmussen og Kim Kielsen undirskriva samstarvsavtalu um flogvallarverkætlan.
Mynd: Forsætisráðharradeildin  
 
11.09.2018 - 10:10

Lars Løkke Rasmussen, forsætisráðharri, og Kim Kielsen, landsstýrisformaður, skrivaðu fyri løtu síðani undir samstarvsavtalu um umstríddu flogvallarverkætlanina, sum í gjár kostaði samgonguni í Grønlandi meirlutan í landstinginum.

Danmark fíggjar altjóða flogvøllin

Peningurin skal brúkast til ein altjóða flogvøll í Nuuk og ein flogvøll í Illulisat, og danski staturin fær við avtaluni sindur meira enn triðingin í ogarluti. 

Í Keypmannahavn hevur ætlanin elvt til stúran, tí eitt statsligt kinesiskt felag varð undangóðkent til at bjóða uppá arbeiðið, og í tí sambandinum hevur spurningurin um trygdarviðurskifti verður á skránni í donsku stjórnini. Danska stjórnin vildi ikki hava, at Kina so ella so slapp fram at ognarskapinum til grønlendskar floghavnir. 

- Vit avtaluni tryggja vit, at ognarskapurin til týðandi grønlendska infrakervið verður verðandi á grønlendskum og donskum hondum, segði Lars Løkke Rasmussen millum annað á tíðindifundi í Nuuk í gjár. 

Stjórnarkreppa í Grønlandi

Avtalan hevur elvt til stjórnarkreppu í Grønlandi. Meðan landsstýrisformaðurin og forsætisráðharrin skrivaðu undir hana, var mótmælistiltak uttan fyri, sum flokkurin Partii Nalraq skipaði fyri. 70 fólk vóru við í mótmælistiltakinum.

Partii Nalraq rýmdi úr landsstýrinum í gjár sum mótmæli móti avtaluni við danir.

Boðskapurin hjá teimum mótmælandi snúði seg um kolonistýri, og at Kim Kielsen er einaræðisharri.

Avtalan skal nú samtykkjast bæði í landstinginum og í fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423