23 ára gamal maður skuldsettur fyri dráp

23 ára gamal maður skuldsettur fyri dráp
Ein maður er skuldsettur fyri dráp í illgrunasama málinum frá 2012, tá ein 16 ára gomul genta varð funnin deyð við Hvannasundsbyrgingina.
Í september 2013 var líkið hjá 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur. Rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í 2013 kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin í november í 2012.
Mynd: © Savnmynd. Dagur & Vika 6. september 2013  
 
25.09.2018 - 16:55

Løgreglan boðar í dag frá, at ein 23 ára gamal maður longu í juli mánaði varð skuldsettur fyri manndráp. Talan er um málið um 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, sum varð funnin deyð sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin í november 2012.

Sambært løgregluni varð skuldsetti avhoyrdur og noktaði seg sekan, og hann noktar at úttala seg til politiið. 

Funnin á sjónum

Í 2012 varð tá 16 ára gamla Maria Fuglø Christiansen funnin í sjónum við byrgingina um Hvannasund.

Gentan hevði tá ikki verið sædd í stívliga eitt samdøgur, og leitað varð eftir gentuni. Tá politiið fekk fráboðanina um horvnu gentuna, høvdu fólk, sum leitaðu, longu funnið hana í sjónum sunnan fyri byrgingina Hvannasundsmegin.

Niðurstøðan hjá politinum eftir líkskoðanina varð, at eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. Heldur ikki vóru tekin um, at eitt óhapp var hent. 

Gróvu lík uppaftur

Í september 2013 var líkið av 16 ára gomlu gentuni grivið upp aftur. Tá segði løgreglan, at onkur óvissa var um málið, og tí varð líkið grivið upp aftur.

Orsøkin var, at gentan hevði gingið saman við einum ungum manni, sum var skuldsettur fyri drápsroynd í Norðdepli 14. juli í 2013. 

Spurningurin í samband við uppgrevsturin var, um maðurin hevði framt brotsverk ímóti gentuni longu í november 2012, tá hon varð funnin deyð.

Rættarlæknaliga obduksjónin, sum varð gjørd í 2013 kom til somu niðurstøðu, sum rættarlæknaliga líkskoðanin í november í 2012 - eingin tekin vóru um, at gentan hevði verið fyri nøkrum ágangi. 

Dagur & Vika gjørdi tá eitt innslag um uppgrevsturin. Tað sæst her.

Málið tikið upp aftur enn eina ferð

Í august varð heitt á fólk, sum hildu seg vita nakað um málið, at venda sær til løgregluna, sum longu tá hevði skuldsett ein 23 ára gamlan mann fyri dráp.

Áheitanin gjørdi, at løgreglan fekk nýggjar upplýsingar í málinum. Harumframt hevur tøkniliga menningin hevur eisini ført nýggjar kanningarmøguleikar við sær.

Løgreglan heitir enn á fóilk, ið halda seg vita nakað um málið, um at venda sær til politiið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
TEMAPLÁTAN 40, 'Isolation', Toto, 1984
184316
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321