Talv: Føroyar taptu tepurt

Talv: Føroyar taptu tepurt
Føroyar taptu tepurt 2½ - 1½ fyri Bosnia-Herzegovina í øðrum umfari á talvolympiaduni í Georgia dag
 
25.09.2018 - 18:28

Martin Poulsen vann á fjórða borði, og Helgi Dam Ziska telvaði javnt á fyrsta borði. John Rødgaard og Olaf Berg taptu.
Dysturin sá út til at enda javnur, men John Rødgaard, sum sat við síðsta talvinum, tapti í javnari støðu eftir stórt mistak í 51-instjúgunda leiki. 
Bosnia-Herzegovina er styrkismett hægri enn Føroyar og var favorittur at vinna dystin. 
Bosnia-Herzegovina hevur staðið seg væl á talvolympiadum síðan tað gjørdist sjálvstøðugt eftir borgarakríggið á Balkan fyrst í 90-unum. Besta OL-úrslitið er annaðplássið í 1994. 
Føroyar vunnu í gjár 3½ - ½ á Sierra Leone.
Triðja umfar er í morgin. Hvat mótstøðuliðið hjá Føroyum verður er ikki greitt fyrr enn seinni í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776