Talið av deyðum eftir flóðaldu veksur

Talið av deyðum eftir flóðaldu veksur
Talið á deyðum eftir ógvusligu flóðalduna í Indonesia veksur. Í minsta lagi 832 fólk eru deyð og enn fleiri eru særd.
Ein moska í býnum Paulu er oyðiløgd.
Mynd: AP Photo  
 
30.09.2018 - 09:45

Flóðaldan rakti indonesiska býin Paulu á oynni Sulawesi fríggjadagin. Ein jarðskjálvti, sum máldi 7,5 á richter stiganum, var orsøkin til flóðalduna. Tað skrivar Ritzau.

BBC og CNN skriva á heimasíðunum, at tríggjar metrar høgar aldur skolaðu inn yvir indonesiska strandarbýin. 

Túsundtals heim eru oyðiløgd, umframt sjúkrahús, gistingarhús og handilsbygningar eisini eru tað.  

Streym- og samskiftislinjur í økinum er avskornar, og tað ger tað trupult bæði at fáa eina greiða meting av skaðunum, men eisini at samskipa hjálpar- og bjargingararbeiði.

Í gjár gjørdist greitt, at myndugleikarnir í Indonesia strikaðu flóðalduávaringina 34 minuttir eftir, at ávaring varð skrivað út um ógvusliga jarðskjálvtan. Nógv fólk náddu tískil ikki at flýggja undan flóðalduni, áðrenn hon breyt á land.

Videobrotið niðanfyri er tikið, meðan flóðaldan brýtur á land.

tsunami_video
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096