Nobel fyri strið móti kynsligum brotsverkum

Nobel fyri strið móti kynsligum brotsverkum
Nobel friðarheiðurslønin varð í ár latin til Nadia Murad og Denis Mukwege fyri stríð teirra móti, at kynslig brotsverk verða brúkt sum vápn.
Nadia Murad og Denis Mukwege fingu ársins friðarheiðursløn.
 
05.10.2018 - 09:37

Ársins friðarheiðursløn Nobels verður latin Dennis Mukwege, lækna, fyri hansara stríð móti sex-trafficing og sítt stóra arbeiði fyri stóra talinum av offrum fyri kynslig brotsverk í drúgva krígnum í Demokratiska Lýðveldinum Kongo.

Harumframt verður friðarheiðurslønin eisini latin til irakisku Nadiu Murad, sum í mong ár sat fangi hjá ISIS, og sum leingi hevur strídst fyri menniskjarættindum.

Tað kunngjørdi norska nobelnevndin í Oslo fyri løtu síðani.

Friðarheiðurslønin er ein av teimum fimm heiðurslønunum, sum svenski vinnulívsmaðurin, uppfinnarin og vápnaframleiðarin, Alfred Nobel fekk í lag. Hinar verða latnar fyri framúrskarandi avrik í evnafrøði, alisfrøði, fysiologi ella læknafrøði, og bókmentum.

Heiðurslønin er - umframt heiðurin og alt, sum hongur uppií honum - 9 milliónir svenskar krónur, sum í dagsins kursi er umleið 6,4 milliónir danskar krónur.

Bókmentavirðislønin avlýst

Virðislønirnar í alisfrøði, evnafrøði og fysiologi eru latnar. Virðislønin í bókmentum verður ikki latin í ár vegna stóru gøluna um kynslig brotsverk, sum hevur syndrað svenska akademiið.

Jean-Claude Arnault, sum er í miðdeplinum í gøluni um Nobelheiðurslønina í bókmentum, varð fyrr í vikuni dømdur tvey ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku. Arnault, sum er 72 ára gamal, var ákærdur fyri tvær neyðtøkur í Stokkhólmi, men hann varð dømdur fyri aðra.

Arnault er giftur við Katarinu Frostenson, sum er limur í nobelnevndini. 

Gølan fekk fyrr í ár svenska akademiið at avlýsa bókmentaheiðurslønina hjá Nobel í ár, og fleiri limir í akademiinum hava eisini sagt sín sess frá sær. 

Fyrsta kvinnuligi vinnarin í 55 ár

Tað var týsdagin, at varð kunngjørt, at ein kvinna aftur fekk handað nobelheiðurslønina í alisfrøði fyri fyrstu ferð í 55 ár. 

Kongliga Vísindaakademiið gjørdi av, at ársins heiðursløn í alisfrøði varð latin trimum vísindafólkum, sum hava gjørt "markabrótandi uppfinningar í lasara-fysikki".

Tey trý vísindafólkini, sum nú fáa Nobel, eru Donna Strickland úr Kanada, fraklendingurin Gérard Mourou og amerikanarin, Arthur Ashkin.

Fyrsta kvinnan, sum fekk Nobelheiðurslønina í alisfrøði, var Marie Curie í 1903, og hon er einasta kvinna, sum hevur vunnið fleiri av slagnum, tí í 1911 fekk hon eisini Nobelheiðursløn í evnafrøði. Dóttur hennara, Irene Curie, vann eisini Nobel í evnafrøði, og tað var í 1935.

Til í ár hava 844 menn og 48 kvinnur og 27 felagsskapir vunnið Nobelheiðurslønina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597