Selja ullina

Selja ullina
Búnaðarstovan fer nú at selja ullina, sum varð savnað inn í summar.
 
11.10.2018 - 07:19

Búnaðarstovan fer nú undir at selja ullina, sum varð savnað inn í ullarmóttøkuni í summar. Tað skrivar Búnaðarstovan á heimasíðuni.

Í fyrstu syftu verður talan um at selja ull í leysari vekt, tað vil siga í smáum  mongdum heilt niður í 10 kg í einum sekki.

Ullin er býtt uppí tveir flokkar.

Fyrsta flokka ullin er skild í 6 ymiskar náttúrulitir, svart, hvítt, ljósamorreytt, ljósa- og myrkagrátt og flekkutt.

Onnur flokka ullin eru blandaðir litir.

Ullin í fyrsta flokki er væl egnað til alt ullararbeiði, sigur Búnaðarstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023