Danmark limur í ST-mannarættindaráðnum

Danmark limur í ST-mannarættindaráðnum
Danmark er nú limur í mannarættindaráðnum hjá ST fyri fyrstu ferð, og danski uttanríkisráðharrin fegnast.
 
13.10.2018 - 10:06

Danmark er nú limur í mannarættindaráðnum hjá ST. Danmark fekk 167 atkvøður fyri at gerast limur í mannarættindaráðnum, tá tað í gjár varð atkvøtt á aðalfundi hjá ST í New York.

Hetta er fyrstu ferð, at Danmark tekur sæti í ráðnum, sigur danska uttanríkismálaráðið í tíðindaskrivi. 

Anders Samuelsen, uttanríkisráðharri, er bjartskygdur um limaskapin. 

- Ráðið kann virka í støðum, sum ST-trygdarráðið ikki kann. Til dømis í Myanmar og Sýria, og hetta ætla vit sum limur at gera nakað við, sigur hann. Harumframt vilja vit, at Ísrael skal handfarast sum eitt land á jøvnum føti við øll onnur lond í heiminum, sigur hann.

Limaskapurin fær gildi tann 1. januar 2019.

Fyrr í ár fór USA úr mannarættindaráðnum. Sambært amerikansku sendikvinnuni, Nikki Haley, livir ráðið ikki upp til navnið, og hon fanst at ráðnum fyri at vera ein sleiskur og ráksnúgvin felagsskapur, sum heldur fólk fyri gjøldur.

ST-mannarættindaráðið varð stovnað í 2006. Endamálið hjá ráðnum er at tryggja og styrkja mannarættindi hjá øllum heimsins borgarum. Í ráðnum eru 47 limalond, sum sita trý ár í senn. 

Funnist hevur ofta verið at ráðnum. Ein týdningarmikil orsøk er, at lond, sum er kend fyri at bróta mannarættindini, kunnu eisini veljast í Mannarættindaráðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Fríggjadag 31. juli
Vikuskiftið 31 juli 2026
211450
Fríggjadag 31. juli
Tað er einaferð um árið - 2026
211431
Fríggjadag 31. juli
Ólavsøkuaftan í útvarpinum
211430
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375