Hassj lógligt í Kanada

17.10.2018 - 09:15
Aktuelt
Hassj lógligt í Kanada
Frá í dag ber til at keypa cannabis í Kanada - ikki bara til medisinsk endamál, men eisini til at hugna sær við.
 

Altjóða miðlar skriva, at í dag er hassj lógligt í Kanada. Tað veri seg bæði til medisinsk endamál og eisini bara til at hugna sær við.

Longu í 2001 kundu fólk keypa medisinskt cannabis í Kanada, men nú er lógin linkað, soleiðis at til ber at keypa evnið til onnur endamál.

Reglurnar fyri, hvussu cannabis kann keypast og brúkast, eru tó ymiskar fyri landslutirnar.

Í landslutinum Nunavut verður tað til dømis ikki loyvt at keypa cannabis í vanligu handlunum, men bara á internetinum og við telefonsølu. 

Tað eru eisini ávísar reglur um, hvar tú kanst brúka cannabis. Til dømis kunnu fólk roykja heima hjá sær sjálvum og á almennum støðum, har tað er loyvt at roykja vanligar sigarettir, men tað er ikki loyvt at roykja hash, har børn eru, eitt nú nærhendis skúlum og ítróttarstøðum

Stjórnin hjá Justin Trudeau, forsætisráðharra, hevur seinastu gott tvey árini arbeitt fyri at broyta lógina um cannabis og fáa tað lættari hjá fólki at útvega sær cannabis. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 1. desember
Morgunlestur fríggjadagur 1. desember 2023
166216
Hósdag 30. november
RagnarRokk 30. november 2023
165695
Hósdag 30. november
RagnarRokk: Chris Vos um The 4th Album
165691
Hósdag 30. november
RagnarRokk: CC McKenna um Initation
165692
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 30. november
Sært tú meg? (3:4)
166740
Mikudag 29. november
Húsavík í søgu og søgn
62612
Mikudag 29. november
Beautyvarpið við Katrinu
166490
Týsdag 28. november
Veðrið
166469