Oljuprísurin hækkar

Oljuprísurin hækkar
Oljuprísirnir á altjóða marknaðinum eru nú teir hægstu í fýra ár.
 
17.10.2018 - 10:18

Bara í ár er oljan dýrkað okkurt um 30 prosent, og greinarar rokna við, at hon heldur fram við at dýrka. Í dag kostar ein tunna av olju 80 dollarar, tað eru 516 krónur.

Kim Blindbæk, greinari hjá Sydbank, sigur við danska kringvarpið, at oljuprísurin kann fara heilt upp í 100 dollarar fyri tunnuna, tað eru 644 krónur.

Tað er tríggjar ferðir meira, enn tá oljuprísurin var í botni við ársbyrjan í 2016. Tá var ein tunna av olju seld fyri 29 dollarar.

Spent støða

Tað er serliga spenta støðan millum USA og Iran, sum fær greinarar at spáa um hækkandi oljuprísir.

Í november koma revsitiltøkini, sum USA hevur fráboðað móti Iran, aftur í gildi. 

Revsitiltøkini gera tað truplari hjá Iran at útflyta olju, tí kemur iranska oljan at mangla á heimsmarknaðinum - og tá útboðið minkar, hækkar prísurin ofta. 

Khashoggi kann ávirka oljuprísin

Afturat spentu støðuni millum USA og Iran er kuril eisini komin á tráðin millum USA og Saudiarabia, eftir at journalisturin og system-kritikarin Jamal Khashoggi er horvin.

Amerikanski forsetin hevur hótt við sanktiónum, um Saudiarabia hevur nakað við tað málið at gera, og tað fær saudiarabisku stjórnina at hótta við at svara aftur. Og tað fær so aftur nakrar greinarar at gita, at Saudiarabia kann brúka oljuna sum vápn.

Enn er tó ov tíðliga at meta um, hvørt tann støðan ávirkar oljuprísin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655