Sjálvstýri landsfund í dag

Sjálvstýri landsfund í dag
Gott 30 fólk møttu upp í Spinnarínum í Klaksvík
 
20.10.2018 - 18:00

Í formansrøðu síni á fundinum legði Jógvan Skorheim dent á, at Sjálvstýri til komandi val, ætlar sær at vinna atkvøður, við at fylla eitt glopp í kjakinum í føroyskum politikki, sum stendur opið í dag.

Hann segði, at eitt eitt nú skal størri dentur leggjast á umhvørvispolitikk. Umhvørvið broytist skjótt og kann ávirka okkum í stóran mun. Tí skal tað raðfestast hægri, sigur Jógvan Skorheim.

Sama eigur kjakið um okkara egna samleika sum tjóð. Jógvan Skorheim førdi fram, at við eini altjóðagerð, ið telur dik á seg í Føroyum, eini vaksandi ferðavinna og eini møguligar yvirtøku av útlendingapolitikkinum, eiga vit í Føroyum at taka tøk fyri at verja okkara samleika.

- Vit mugu verða proaktiv og seta okkara mørk, so tey, ið koma til Føroya, vita hvat tey koma til, sigur Jógvan Skorheim.

Skulu verða konstruktiv í andstøð

Á fundinum vórðu tað fleiri, ið søgdu, at Sjálvstýri skuldi verða ein flokkur í andstøðu, ið ikki bert hevði til endamál at arga samgonguna, men eisini var konstruktivur og arbeiddi fyri skilagóðum politikki.

Tað tók Jógvan Skorheim undir við og metti sjálvur, at Sjálvstýri hevði víst vilja til tað, eitt nú við at verða við at gera nýggju pensjónsnýskipanina og seinastu fíggjarlógina.

Hann vil tó ikki fara so langt sum at siga nú, at flokkurin eisini fer at taka undir við fíggjarlógaruppskotinum, sum fyriliggur nú.

- Hóast vit vilja samstarv, so er eitt mark. Eitt nú kundu vit ikki taka undir við fiskivinnunýskipanini. Í samband við fíggjarlógina, so fáa vit at síggja hvat samgongan leggur fram, sigur Jógvn Skorheim.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751