Botnstríðið á skránni í kvøld

Botnstríðið á skránni í kvøld
Stórur spenningur er um upp- og niðurflyting undan dystunum í kvøld
 
23.10.2018 - 09:00
Stórur spenningur er um upp- og niðurflying í Betrideildini og 1.deild hjá monnum 
 
EB/Streymur, 07 Vestur og AB eru í vanda fyri at flyta niður úr bestu deildini, og tey fara øll á vøllin í kvøld í dystum sum blivu útsettir vegna veður.

Í Sørvági spæla 07 Vestur og EB/Streymur og á Argjum tekur AB ímóti Skála. Báðir dystirnir byrja klokkan 16.30.

Støðan í botninum er, at EB/Streymur hevur 20 stig, 07 Vestur hevur 16 stig og AB hevur 15 stig.

Á Toftum tekur B68 ímóti B71 í 1. deildardysti. Hesin dysturin hevur eisini týdning fyri upp- og niðurflyting.
 
B68 er í løtuni á fjórða plássi, men eydnast tað teimum at koma upp á triðja pláss, flyta teir upp í bestu deildini, og tað hevur somuleiðis við sær, at so flyta tvey feløg niður úr fremstu deildini.

B68 er fýra stig frá triðja plássinum, men hevur spælt ein dyst færri enn NSÍ og KÍ, sum bæði liggja beint omanfyri.

Dysturin millum B68 og B71 á Svangaskarði byrjar klokkan 19.00
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234