Brævbumbur sendar til De Niro og Biden

Brævbumbur sendar til De Niro og Biden
Amerikanska løgreglan hevur úr  at gera, tí fleiri rørbumbur eru seinastu dagarnar sendar til kend fólk.
 
25.10.2018 - 15:56

Í dag vórðu slíkar bumbur sendar til sjónleikaran, Robert de Niro og til fyrrverandi demokratiska varaforsetan, Joe Biden.

Pakkin við tí sum minti um eina bumbu, varð sendur til Robert de Niro í New York í morgun, og samstundis varð boðað frá, at ein líknandi pakki varð sendur til fyrrverandi varaforsetan, Joe Biden, sum býr í Delaware.

Pakkin til Robert de Niro varð funnin á sjeyndu hædd í bygningum, sum alt fyri eitt varð stongdur. Pakkin er fluttur úr bygninginum, sum er opin aftur.

Politikeldur siga við CNN, sum eisini hevur fingið ein illgrunasaman pakka, at teir mintu um pakkarnar sum seinastu dagarnar eru sendir til kendar demokratar, teirra millum Hillary Clinton og fyrrverandi forsetan, Barack Obama.

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, biður nú fólk um hjálp, fyri at fáa greiðu á, hvør kann hava sent pakkarnar. Tilsamans 9 bræv eru send til kend fólk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751