B68 kann flyta upp í kvøld

B68 kann flyta upp í kvøld
Fleiri ting skulu ganga upp í eina hægri eind, um toftamenn skulu flyta upp í bestu deildina í kvøld
 
26.10.2018 - 12:36

Spenningurin er stórur á Toftum, tí í kvøld kann B68 vinna seg upp aftur í Betrideildina.

Skal tað eydnast, má B68 fyrst og fremst gera sítt. Teir skulu vinna sín dyst, sum er í Gøtu ímóti Víkingi.

Samstundis er neyðugt, at antin KÍ ella NSÍ missa stig. KÍ spælir á útivølli móti HB. NSÍ spælir á útivølli móti GizaHoyvík.

B68 skal í øllum førum enda á triðja plássi, um teir skulu flyta upp. Í løtuni eru teir á fjórða plássi.

NSÍ og KÍ eru beint omanfyri B68, tey hava 52 stig í part. B68 hevur 51 stig og nakað verri málmun eisini.

Seinasta umfar í 1.deild verður spælt í kvøld klokkan 18.00

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097