Hondbóltslandsliðið úttikið

Hondbóltslandsliðið úttikið
Føroyar skulu spæla tríggjar HM-undankappingardystir í november og desember
 
08.11.2018 - 13:28

A-landsliðið hjá kvinnum skal spæla tríggjar HM-undankappingardystir í døgunum 30. november til 2. desember. 

Føroyar eru í bólki við Sveis, Finnlandi og Litava. Allir dystirnir verða spældir í Siggenthal í Sveis.

Nýggi landsliðsvenjarin, Ágúst Jóhansson, hevur úttikið 16 spælarar til landsdystirnar.

Aldursspennið er vítt, frá 17 ár til 33 ár. Yngsti leikarin er Marita Mortensen, sum skal royna seg á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð.

– Marita er ógvuliga væl fyri kropsliga og hevur klárað seg ómetaliga væl í ár sum vinstribakkur hjá H71.

Hon hevur eisini víst til landsliðssavningar, hvør dugur er í henni, so eg síggi hana sum ein spennandi leikara, ið kann fáa ein týðandi leiklut fyri A-landsliðið í framtíðini, sigur landsliðsvenjarin við hsf.fo

Áðrenn leiðin gongur til Sveis, fer kvinnulandsliðið til Íslands, har tær skulu spæla tveir venjingardystir móti íslendska A-landsliðnum.

Landsliðshópurin
Viviann Petersen, VÍF
Ragnhild á Heygum, VÍF
Pernille Brandenborg, Vendsyssel
Ninna Johansen, Aalborg HK
Kristianna H. Joensen, Skanderborg Håndbold
Siw Matras, TMS Ringsted
Bjarta O. Johansen, Kyndil
Bára K. Hansen, Kyndil
Súna K. Hansen, Kyndil
Turið Arge Samuelsen, Haukur
Durita Christophersen Jojic, VÍF
Halla Midjord, VÍF
Daniella Joensen, VÍF
Tóra Eliasen, Stjørnan
Maria Halsdóttir Weyhe, H71
Marita Mortensen, H71

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
RagnarRokk 18.juni 2029
208904
Hósdag 18. juni
RagnarRokk: Neal Morse um L.I.F.T.
208901
Hósdag 18. juni
Kvørnin: "TeleMama"
209895
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804