Í lagi at hava sendimannin í Danmark í Føroyum

Í lagi at hava sendimannin í Danmark í Føroyum
Løgmaður hevur svarað um sendimannin í Keypmannahavn, sum býr í Føroyum og arbeiðir her part av tíðini
Føroyska sendistovan í Keypmannahavn er á Norðuratlantsbryggjunj.
 
14.11.2018 - 07:27

Tað er ikki brot á nakra lóg, at sendimaðurin í Danmark er meira í Føroyum enn í Danmark.

Men Uttanríkisráðið eigur í framtíðini at siga løgtinginum, hvussu arbeiðshátturin hjá sendimanninum í Keypmannahavn veruliga er og, hvussu arbeiðstíð hansara er býtt millum Føroyar og Danmark.

Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, um sendimannin í Keypmannahavn.

Sendimaðurin hjá Føroyum í Keypmannahavn býr í Føroyum og arbeiðir eisini í Føroyum, ta hann ikki er í sendistovuni í Keypmannahavn. 

Hetta er ikki brot á fíggjarlógina. Til ber at víkja frá undirkontu, so leingi høvuðskontan "sendistovur" verður hildin, sigur løgmaður.

Úti fyri tvemum árum síðani

Skeiðið hjá sendimanninum í Keypmannahavn var úti á heysti í 2016.

Tá varð avgjørt ikki at seta nýtt sendifólk alt fyri eitt, tí sendistovurnar skuldu eftimetast. 

Sigmund Isfeldt, sum var sendimaður í Keypmannahavn til 2016, hevur síðani virkað sum sendimaður í Keypmannahavn, men við bústaði í Føroyum og starvi í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. 

Hóast frágreiðingin um sendistovurnar varð liðug fyri einum ári síðani, og Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av, at sendistova skal vera í Keypmannahavn, hevur landsstýrismaðurin ikki tilnevnt sendimann har enn.

Løgmaður sigur seg hava skilt, at sendimaður, sum verður í Keypmannahavn burturav, verður tilnevndur, tá umstøðurnar og fortreytirnar annars loyva tí.

Hvørjar umstøðurnar og fortreytirnar eru, sigur hann einki um. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286