Arbeiðið var ikki nóg væl skipað

Arbeiðið var ikki nóg væl skipað
Arbeiðs- og Brunaeftirlitið er liðugt at viðgera hendingina á Varðanum Pelagic, har ein maður fekk ein betongklossa omanyvir seg tann 29. mai í ár
 
15.11.2018 - 12:34

Suðuroyar Betongsaging hevur fingið sektaruppskot - upp á 10.000 krónur. Arbeiðs- og Brunaeftirlitið er liðugt at viðgera hendingina á Varðanum Pelagic, har ein maður fekk ein betongklossa omanyvir seg og kom álvarsliga vandastøðu á Varðanum Pelagic tann 29. mai í ár.

Fyriskipanin og stýringin av arbeiðinum var ikki nøktandi, tá ein maðr fekk ein betongklossa á seg, og hetta var orsøk til, at starvsfólkið kom í eina álvarsliga vandastøðu. Tað er niðurstøðan hjá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum eftir hendingina á Varðanum Pelagiv tann 29 mai í ár.

Sambært lógini um arbeiðsumhvørvið skal arbeiðið í øllum lutum skipast soleiðis, at tað kann útinnast trygdarliga og heilsuliga forsvarligt út frá eini meting av teimum umstøðum í arbeiðsumhvørvinum, sum kann hava ávirkan á likamligu ella sálarligu heilsuna, skrivar Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, sum staðfestir, at Suðuroyar Betongsaging ikki hevur hildið sínar skyuldur sum arbeiðsgevari í mun til nevndu áseting. 

Í niðurstøðuni stendur:   

"Arbeiðs - og Brunaeftirlitið metir, at arbeiðið var ikki nóg væl lagt til rættis og at tað var hugsað ov lítið um, hvussu tungur betongklossin var. Klossin átti at verið tikin niður í fleiri smærri pettum, serliga við atlitið til, at eingin lyftiútgerð varð nýutt til uppgávuna"

Suðuroyar Betongsagin, hevur fingið eitt sektaruppskot frá Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum uppá 10.000 krónur. 
Tekur Suðuroyar Betongasagin ikki við sektaruppskotinum, verður málið koyrt til løgregluna. 

Arbeiðseftirlitið hevur trý onnur mál, sum ikki eru liðugt avgreidd.

Tað snýr seg um vanlukkuna á Varðanum Pelagic 21. juni, har ein maður var áðrendur av eini lyftu og doyði. Arbeiðsgevari var MTV Byggivirkið. Hetta málið er ikki liðugt viðgjørt - orsøkin er millum annað, at løgreglan skal kanna nøkur viðurskifti aftrat, áðrenn frágreiðingin kann skrivast, sigur Leivur Persson, stjóri á Arbeiðseftirlitinum.

29. december í 2017 fekk ein maður armin fastan í eina maskinu hjá Bakkafrost - eisini í hesum málinum mangla nakrar kanningar hjá løgregluni, men frágreiðingin er ávegis, sambært stjóranum í Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum. 

Fjórða málið, sum Arbeiðseftirlitið viðgerð, er hendingin, tá ein maður varð yvirkoyrdur av einum trukki á Kósini tann 14. juni í ár. Tann frágreiðingin er ikki skrivað enn, men kanningararbeiðið er gjørt, sigur stjórin á Arbeiðseftirlitinum, sum væntar, at frágreiðingin verður liðug um eini tvær vikur. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483