Bróstkrabbi: Aalborg hevur besta viðgerðartilboðið

Bróstkrabbi: Aalborg hevur besta viðgerðartilboðið
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispurningi frá Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum
 
20.11.2018 - 10:55

Viðgerðartilboðið frá Aalborg universitetssjúkrahúsi er tað besta, og tí er avtala gjørd við hetta sjúkrahúsið um bróstkrabbaviðgerð frá 1. januar.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Bjørn Kalsø í Sambandsflokkinum, sum hevur spurt, hví samstarvið millum íslendska bróstskurðlæknan, Kristján Skúla Ásgeirsson, og Landssjúkrahúsið heldur uppat á nýggjárinum.

Leiðslan fyri sjúkrahúsverkið og viðkomandi fakfólk hava samskift við fleiri veitarar um bróstkrabbaviðgerð næsta ár, teirra millum Kristján Skúla Ásgeirsson, og niðurstøðan er, at Aalborg universitetssjúkrahús kann veita besta viðgerðartilboðið.

Sirið Stenberg vísir aftur, at samstarvið við íslendska læknan er slitið, men tað endar samsvarandi galdandi avtalu. 

Hon sigur, at tað er leiðslan fyri sjúkrahúsverkið, sum hevur samráðingar og ger samstarvsavtalur um serviðgerð uttanlands, og landsstýriskvinnan hevur fult álit á, at leiðslan fyri sjúkrahúsverkið loysir hesa uppgávu samvitskufult og forsvarliga.

Flestu viðgerðir verða  í Føroyum

Avtalan við sjúkrahúsið í Aalborg tryggjar, at ein radiologur og ein skurðlækni koma á Landssjúkrahúsið hvønn mánað at kanna, staðfesta og viðgera føroyskar sjúklingar fyri bróstkrabba.

Fyri sjúklingin merkir avtalan, at umleið 70 prosent av skurðviðgerðunum verða framdar á Landssjúkrahúsinum. Tað verður mett at vera ein fyrimunur bæði fyri sjúklingin og næstringar.

Sjúklingar, sum hava tørv á rekonstruksjón, fara tó á sjúkrahúsið í Aalborg at fáa skurðviðgerðina framda. Serlækni í plastskurðviðgerð ger í sama viðfangi rekonstruksjónina, og sjúklingurin skal sostatt ikki fleiri ferðir undir skurð.

Øll uppfylging verður í Føroyum, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Bjørn Kalsø. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Mikudag 21. januar
Skratsj 21. januar 2026
203024
Mikudag 21. januar
Legg eina fíggjarætlan
203020
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852