Etiska ráðið út til almenningin um talgilding

Etiska ráðið út til almenningin um talgilding
Almennur fundur verður í Havn í næstu viku um talgilding og heilsuverkið
Búmerkið hjá Etiska ráðnum.
 
20.11.2018 - 07:52

Etiska ráðið hevur nú sítt fyrsta almenna tiltak.

Tað er ein kjakfundur undir heitinum leidd og eygleidd, og hann verður í Reinsarínum í Havn mikukvøldið í næstu viku.

Endamálið við fundinum er at lýsa, hvussu talgilding ávirkar heilsuverkið etiskt.

Spurningarnir eru nógvir, millum hvussu verkætlanin Talgildu Føroyar tekur við tað menniskjaliga, og hvørjar upplýsingar, tað almenna, millum annað heilsuverkið, kann skráseta um hvønn einstakan, og hvussu hesar upplýsingarnar verða vardar. 

Spurningurin er eisini, hvat sjúklingar og avvarðandi teirra halda um tær upplýsingar, sum heilsuverkið hevur um tey, og hvussu tey tryggja sær, at upplýsingarnar ikki verða misnýttar.

Pallborð

Við pallborðið fara at sita Nicolai M. Balle fyri Talgildu Føroyar, Jógvan Svabo Samuelsen, løgfrøðingur, Sigrun Mohr, fyri borgararnar, Eilev Sivertsen, KT grannskoðari og Jógvan D. Hansen, lærari í heimsspeki. 

Etiska ráðið hevur nú fingið búmerki, sum ímyndar tríggjar rundingar, sum eru settir saman til eitt livandi skap, sum hvílir í sær sjálvum. 

Rundingarnir eru sambundnir og kunnu mala og førka seg í mun til hvønn annan og tí ber til at spyrja, hvar tann eini byrjar og hin endar.

Etiska ráðið viðger evni, sum kunnu síggjast úr ymsum sjónarhornum. 

Soleiðis ímyndar búmerkið arbeiðið hjá Etiska ráðnum, sigur ráðið. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815