- Menniskjaskapt vanlukka fyri framman

- Menniskjaskapt vanlukka fyri framman
Í gjár var fyrsti fundurin á ST-veðurlagsráðstevnuni, sum í ár verður hildin í Póllandi. Millum annað bar David Attenborough fram røðu.
 
04.12.2018 - 08:21

- Ein menniskjaskapt og heimsumfatandi vanlukka er fyri framman.

Tað segði Sir David Attenborough, sum serliga er kendur fyri náttúrufilmar á BBC, á fyrsta fundinum á ST veðurlagsráðstevnuni í Póllandi í gjár.

- Veðurlagsbroytingarnar eru størsta hóttan í fleiri túsund ár. Gera vit einki, kann tað gera enda á heimssamfelagnum, sum vit kenna tað, og á stórum pørtum av náttúruni, segði Attenborough.

Men tað var ikki bara vanlukka og vónloysi at hoyra frá 92 ára gamla dokumentaristinum, sum var bjartskygdur um samstarvið millum Sameindu Tjóðirnar.

- ST veitir ein pall at gera nakað við avbjóðingina. Paris avtalan frá desember í 2015, sum er størsta stigið, sum heimsins lond saman hava tikið ímóti veðurlagsbroytingum, prógvar, at vit kunnu broyta gongdina, segði hann.

ST veðurlagsráðstevnan, sum ber heitið COP24, er í Katowice í Póllandi til 14. desember.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. mai
"Her er einki annað ljóð."
191893
Mánadag 19. mai
Morgunlestur mánadagur 19.mai 2025
192051
Mánadag 19. mai
Góðan morgun Føroyar
192041
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. mai
Andakt
192017
Sunnudag 18. mai
Guðstænasta úr Leirvíkar kirkju
192018
Sunnudag 18. mai
FM í estetiskum fimleiki 2025
192023
Fríggjadag 16. mai
KAKUMiKS (7:7)
191925