Samtykt: Hoyvíkssáttmálin sigast upp

Samtykt: Hoyvíkssáttmálin sigast upp
Uppskotið til samtyktar frá Poul Michelsen, vinnu- og uttanríkisráðharra, at siga upp Hoyvíkssáttmálanm, varð samtykt í nátt við 2. viðgerð.
 
20.12.2018 - 09:42

Løgtingið samtykti í nátt, at Hoyvíkssáttmálin kann sigast upp fyrsta januar næsta árat fara úr gildi fyrsta januar í 2020.

Uppskotið varð samtykt við atkvøðugreiðsluni 18 fyri og fýra ímóti.

At Hoyvíkssáttmálin verður uppsagdur er ein avleiðing av lógini um sjófeingi, ið millum annað ásetir, at útlendingar ikki kunnu eiga í føroysku fiskivinnuni á sjónum. 

Avmarkingar á ognarskapin hjá íslendingum í føroysku fiskivinnuni er brot á ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum, og tí hevur landsstýrið arbeitt við at broyta tær ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálanum, tó higartil uttan úrslit.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum hevur biðið um loyvi at siga Hoyvíkssáttmálan upp fyrsta januar, tí uppsagnartíðin á sáttmálanum er eitt ár, og eftir tað er ein skiftistíð á fimm ár, har íslendskir íleggjarar í fiskivinnuni kunnu fara úr føroysku fiskivinnuni. 

Tað vil siga, at fyrsta januar í 2025 skulu viðurskiftini verða avgreidd, sum lógin um sjófeingi ásetur.

Føroyska landsstýrið fer at royna at fáa ein nýggjan sáttmála við íslendsku stjórnina, ið skal avloysa Hoyvíkssáttmálan, men higartil hevur tað ikki borið á mál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040