Sleppa ikki í íslendskan sjógv næsta ár

Sleppa ikki í íslendskan sjógv næsta ár
Eingin fiskirættindaavtala er gjørd millum Føroyar og Ísland fyri næsta ár. Tí sleppa føroysk skip ikki í íslendskan sjógv at fiska eftir 1. januar
 
20.12.2018 - 13:47

Samráðingar hava verið um sáttmálan og tann seinasti fundurin var hildin í Keypmannahavn 23. oktober.

Partarnir samskifta kortini, og so seint sum í gjár var samskifti, sigur Andras Kristiansen, deildarstjóri í Fiskimálaráðnum.

Lodnufiskiskapurin plagar at byrja um mánaðarskiftið januar/februar, men tað er óvist um nøkur lodna verður at fiska næsta ár, tí tilmælið um lodnufiskiskapin sigur, at einki skal fiskast næsta ár.

Tað er ikki fyrr enn út á várið, at línuskipini plaga at fara í íslendskan sjógv at fiska, og tí kunnu viðurskiftini broytast til ta tíð, sigur Andras Kristiansen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037