Fýra nýggj og trý halda fram í kringvarspstýrinum

Fýra nýggj og trý halda fram í kringvarspstýrinum
Elin Winther Poulsen er nú forkvinna, og Katrin Petersen heldur fram sum næstforkvinna
Elin W. Poulsen, løgfrøðingur og journalistur, er nú forkvinna í kringvarpsstýrinum.
 
05.01.2019 - 09:45

Fýra nýggj fólk eru komin í kringvarpsstýrið og trý halda fram. 

Elin Winther Poulsen er nú forkvinna, og Katrin Petersen heldur fram sum næstforkvinna.

Varalimir fyri tær eru ávikavist Dorit Hansen og Beinta Gregersen. 

Ragnar Joensen, Jóhan Petersen og Beinta Løwe eru nýggj í stýrinum. 

Úr stýrinum fara Rúni Heinesen, sum var formaður, Petur Elias Petersen, Per Højgaard og Carsten A. Arnskov.  

Nýggja kringvarpsstýrið situr til 31.desember 2022. 

Ovasta leiðsla

Stýrið er, sambært lógini um kringvarp, ovasta leiðslan í Kringvarpinum.

Stýrið hevur yvirskipaðu ábyrgdina av, at ásetingarnar í kringvarpslógini og øðrum fyriskipanum um virksemi Kringvarpsins verða fylgdar. 

Stýrið skal eisini góðkenna og hava eftirlit við Kringvarpsins rakstrarætlan og roknskapi.

Og stýrið ger starvsskipan fyri virksemið hjá Kringvarpi Føroya, sum landsstýrisfólkið í mentamálum síðani skal góðkenna.

Landsstýriskvinnan í mentamálum avger, hvør er forkvinna og næstforkvinna í kringvarpsstýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531