Byrja nú upp á politistøðina í Havn

Byrja nú upp á politistøðina í Havn
Nýggja politistøðin verður liðug um hálvtannað ár
Nýggja politistøðin í Havn.
 
08.01.2019 - 12:24

Arbeiðið at umbyggja gamla bygningin hjá BankNordik við Húsagøtu í Havn til politistøð er byrjað.

Fyrst verður tikið innan úr bygninginum, alt uttan berandi betongundirstøðurnar. 

Síðani verður farið undir at byggja av nýggjum. Millum annað skal ein hædd gerast afturat.

Arbeiðið er mett at vera liðugt á sumri næsta ár, sigur Per Bjørnskov, verkætlanarleiðari.

Bygningurin kostaði 42 mió. kr. at keypa, og umbyggingin kostar slakar 100 milliónir.

Fólkatingið hevur játtað pengarnar. 

Bygningsstyrelsen byggir og eigur, og leigar síðani politinum bygnignin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Sunnudag 13. september
Guðstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161