Steno Miðstøðin alt ov kostnaðarmikil

Steno Miðstøðin alt ov kostnaðarmikil
Steno Miðstøðin verður ikki bygd oman á C-bygningin á Landssjúkrahúsinum. Hon er alt ov kostnaðarmikil. Nú skal samráðast við Novo Nordisk um at finna nýggja staðseting
14.09.2026 - 21:10

Tað er framvegis stórur tørvur á eini Steno Miðstøð, men verandi ætlan omaná C-bygningin verður ikki til veruleika. 

- Tað er alt ov kostnaðarmikið. Tað letur seg ikki gera.

Tað sigur Per Busk, stjóri í Sjúkrahúsverkinum.


79.000 krónur fyri fermeturin

Landsverk metti, at Steno Miðstøðin fór at kosta 63 milliónir krónur, og hesa upphædd lovaði Novo Nordisk at rinda.

Men tá ið tilboð komu inn fyri næstan einum ári síðani var bíligast tilboðið 67 milliónir krónur.

Men tað vísti seg, at tað var nógv, sum ikki var við í tilboðnum, og tá ið alt er tikið við, er prísurin 95 milliónir, tað vil siga eini 32 milliónir meira enn tað, sum Novo Nordisk vil rinda fyri at byggja. 

Verður prísurin 95 milliónir krónur fyri teir 1200 fermetrar fer hvør fermetur at kosta góðar 79.000 krónur.

 

Samráðast við Novo Nordisk

Landsstýriskvinnan í heilsu- og orkumálum, Eyðdis Hartmann Niclasen, segði í síðstu viku við útvarpið, at kannast mátti, um politikararnir vildu játta meiri pening til Steno Miðstøðina.

Stjórin á Landssjúkrahúsinum sigur, at tað er við vælsignilsi frá heilsu- og orkumálaráðnum at nú verður farið at samráðast við Novo Nordisk.

Fimm Steno Miðstøðir eru í Danmark, ein í Grønlandi og Novo Nordisk vil fegin rinda fyri eina støð í Føroyum. í dag er bara eitt lítið høli á landssjúkrahúsinum, sum hýsir Steno miðstøðini.

Endamálið við Steno Miðstøðini er at bøta um lívsgóðskuna hjá diabetissjúklingum, at hækka um livialdurin hjá sjúklingunum og at fyribyrja diabetis. Ætlanin er eisini at granska á Steno Miðstøðini

Miðstøðin skal framvegis vera á økinum við Landssjúkrahúsið, men júst hvar, vil Per Busk ikki siga nakað um nú. Hann væntar, at tað er neyðugt, at føroyskir politikarar eisini játta pening til ætlanina.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040