Eingin rotta í Føroyum er málið

Eingin rotta í Føroyum er málið
Ætlanin við rottutýningini er at styrkja felags karmarnar, samskipanina, vitanargrundarlagið og førleikarnar, so land, kommunur, vinna og onnur draga eina línu
Rotta er ikki í 11 oyggjum í Føroyum.
 
15.09.2026 - 06:37

Ætlanin er ikki at taka rottutýningina frá kommununum.

Ætlanin er at styrkja felags karmarnar, samskipanina, vitanargrundarlagið og førleikarnar, so land, kommunur, vinna og onnur draga eina línu.

Tað sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, í svari til Fíu Selmu Nielsen, løgtingskvinnu.

Hon spurdi um rottutýning.

Landsstýriskvinnan sigur, at seinastu árini er rottutýningin vorðin meira fyribyrgjandi, skipað og grundað á vitan.

Menning

Seinastu fimm árini hava vit sæð menning á økinum, sigur hon.

Tað er vanlig misskiljing, sigur hon eisini, at trupulleikin verður loystur við eitri. 

Tá ein væl virkandi skipan við samskipan, skráseting, yvirvøku, fyribyrging og fakligum førleikum er komin væl áleiðis, kann eisini blíva aktuelt at kanna møguleikan fyri oyðing. 

Endaliga málið er, at Føroyar gerast rottufríar.

Men slík átøk eru tó bæði krevjandi og kostnaðarmikil og krevja tí serstaka politiska støðutakan og neyðuga fígging, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775