Íslendska umsóknin um ES-limaskap stendur við

Íslendska umsóknin um ES-limaskap stendur við
Støðan er júst tann sama sum hon var fyri fólkaatkvøðuna, skrivar íslendska kringvarpið
Stjórnin ger ikki meira við ES-málið, men umsóknin um limaskap verður ikki tikin aftur.
Mynd: Shutterstock.com  
 
15.09.2026 - 08:06

Hóast íslendingar hava atkvøtt fyri ikki at fara aftur til samráðingar við ES um møguligan limaskap har, ætlar stjórnin ikki at taka aftur umsóknina um limaskap.

Støðan er júst tann sama sum hon var fyri fólkaatkvøðuna, skrivar íslendska kringvarpið, RÚV.

Ísland søkti um limaskap í ES í 2009.  

Kristrún Frostadóttir, forsætisráðharri, hevur svarað andstøðuni, sum vil hava at vita, hvør støðan hjá umsóknini er.

 


Kristrún Frostadóttir. (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

 

Gera ikki meira við ES-málið

Miðflokkurin vil, at Ísland er ikki longur millum tey lond, sum søkja um limaskap í ES.

Og svarið hjá forsætisráðharranum er, at støðan er júst tann sama sum fyri fólkaatkvøðuna.

Kristrún Frostadóttir sigur eisini, at sitandi stjórn ger ikki meira við ES-málið.

Hon sigur, at aðrar ríkisstjórnir í Íslandi hava heldur ikki tikið aftur umsóknina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858