Kristin ikki tilreiðar at velja

Kristin ikki tilreiðar at velja
Kristin Michelsen hevur enn ikki boðað frá, um hann velur borgarstjórasessin á Tvøroyri ella tingsessin.
 
10.01.2019 - 12:12

Meirilutin í Tvøroyrar Býráði fekk einki svar frá Kristin Michelsen á býráðsfundi í gjárskvøldi, hvønn sess hann velur: borgarstjórasessin ella tingsessin.

In.fo skrivar, at Kristin Michelsen boðaði frá, at tíðin ikki var búgvin at taka avgerðina.

Meirlutin samtykti fyri nýggjár, at Kristin Michelsen skal velja annan sessin, og at hann ikki kann sita bæði á tingi og í borgarstjórasessinum í senn.

Men Kristin Michelsen segði við meirlutan í gjár, at hann veit ikki, nær hann fer at svara. 

Tað kann vera skjótt, men tað kann eisini vera um drúgva tíð, endurgevur in.fo hann fyri at hava sagt á býráðsfundinum í Tvøroyrar kommunu í gjárskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026