Stór øking í lønum í 2018

Stór øking í lønum í 2018
 
12.01.2019 - 10:32

9.44 milliardir krónur vórðu útgoldnar í lønum í fjør.

Tað er ein hækking á 5.4 prosent í mun til 2017, tá 8.95 milliardir vórðu útgoldnar í lønum.

Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.

Góðar 900 milliónir krónur vórðu útgoldnar í desember í fjør og tað var størsti einstaki mánaðurin.

Menn forvinna meir enn kvinnur - í fjør forvunnu menn tilsaman 5.9 milliardir og kvinnur 3.5 milliardir.

Tann vinnugreinabólkurin, har mest var útgoldið í fjør var "Almenn og onnur tænasta" - har 3.1 milliardir krónur var útgoldin í lønum í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328