Sonja á gáttini hjá Tjóðveldi

Sonja á gáttini hjá Tjóðveldi
Magni Laksáfoss avger skjótt, hvønn flokk, hann fer í
Sonja Jógvansdóttir hevur verið uttanflokka síðani hálvan september 2015.
 
04.02.2019 - 10:39

Sonja Jógvansdóttir er á veg í tingbólkin hjá Tjóðveldi. Tað verður fyrsta dagin, frættir Útvarpið frá álitandi keldu.

Sonja Jógvansdóttir er limur í Eysturoyar tjóðveldisfelag.

Hon varð vald við 1021 stkvøðum fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum í 2015. 

Men dagin eftir, at samgongan varð skipað 14.september í 2015, fór Sonja Jógvardóttir úr Javnaðarflokkinum.

Hon hevur tó ikki mótarbeitt samgonguni, men sum oftast atkvøtt saman við samgonguni.

Magni Laksáfoss, sum hevur uttanflokka, síðani hann fór úr Sambandsflokkinum 31.mars í fjør, sigur, at hann fer skjótt at taka støðu til, hvønn flokk hann fer í.

Nú nærkast. Støðan verður skjótt tikin, segði Magni Laksafoss fyrrapartin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290