Avgerðin kemur ikki enn

Avgerðin kemur ikki enn
Tað verður ein løta hjá Landsverki at bíða eftir avgerðini hjá Yvirfriðingarnevndini um ætlanina at gera berghol til Dals
 
14.02.2019 - 06:59

Málið um ætlanina at gera berghol til Dals er ikki á skránni fyri næsta fundin hjá nevndini, sum verður síðst í hesum mánaðinum.

Skráin var longu gjørd, tá nevndin fekk málið um bergholið til Dals, sigur formaðurin í Yvirfriðingarnevndini, Henrik Møller, sorinskrivari.

Bergholið til Dals er stórt mál, og nevndin fer í Sandoynna at kanna umstøðurnar í Húsavík og í Dali, - á ein ástaðarfund, tey rópa.

Friðingarnevnd hevur góðkent verkætlanina

Yvirfriðinganevndin plagar at hava fund síðst í mánaðinum, so í hvussu so er ein góður mánaður gongur, til Yvirfriðingarnevndin fer at viðgera bergholið til Dals.

Friðingarnevndin í Sandoyrar sýslu hevur góðkent verkætlanina. Eingin kæra kom um hana. Men Yvirfriðingarnevndin skal kortini viðgera málið.

Yvirfriðingarnevndin viðger øll slík mál, sama um kærur eru ella ikki. Nevndin segði síðst í september í fjør, at tað er í lagi at gera berghol til Fámjins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Sunnudag 5. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Sunnudag 5. apríl
Bolero
206626
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 5. apríl
Andaktin
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597