650 túsund krónur í stuðli til yrkisleiklist

650 túsund krónur í stuðli til yrkisleiklist
Átta verkætlanir hava nú fingið játta stuðul frá Mentamálaráðnum av játtanini um yrkisleiklist í 2019.
 
16.02.2019 - 14:28

Størsta einstaka upphædd varð latin til bólkin Tvazz við Gunnvá Zachariassen, ið arbeiðir við skaldsøguni Ó - søgur um devulskap eftir Carl Jóhan Jensen. Tey fingu 150 túsund krónur.

Det Færøsche Compagnie við Urd Johannesen, ið arbeiðir við Hamlet hjá William Shakespeare, fekk 100 túsund krónur.

Tilsamans komu 12 umsóknir inn og søkt var tilsamans um 1.7 milliónir krónur. Átta vórðu valdar út og 650.000 túsund krónur latnar, ið eisini er játtanin til yrkisleiklist.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýrismannin sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist.

Endamálið við játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt  virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400