Hassj kann elva til tunglyndi

Hassj kann elva til tunglyndi
23000 fólk, millum 18 og 32 ár, lutttóku í kanningini ið er gjørd á universitetinum í Oxford í Bretlandi og McGill universitetinum í Kanada.
 
16.02.2019 - 13:57

Sanlíkindini at tannáringar gerast tunglynd seinni í lívinum økist við 37 prosentum, um tey roykja hassj.

Professarin í psykiatri universitetinum í Oxford, Andrea Cipriani, sigur við bretska blaðið The Telegraph, at heilin er ógvuliga viðkvæmur í tannáringaárunum og eisini at hassjið seinastu árini eru blivið sterkari enn tað var fyrr.

Andrea Cipriani sigur eisini við bretska dagblaðið The Guardian, at tað eru lutfalsliga nógv ung fólk, ið roykja hassj, og heilsupolitiskt eigur sjóneykan at setast á trupulleikan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523