Danmark broytir lógir uttan at spyrja løgtingið

Danmark broytir lógir uttan at spyrja løgtingið
Danskar ríkislógir, sum er galdandi í Føroyum, eiga at verða viðgjørdar í løgtinginum, áðrenn tær verða avgreiddar í fólkatinginum
Kristina Háfoss vil hava fund við danska vinnumálaráðharran, Rasmus Jarlov
 
05.03.2019 - 07:08

Eitt dømi er lógin um Fíggjarligt støðufesti. Hon varð broytt fimm ferðir frá 2012 til 2015, uttan at løgtingið fekk lógaruppskotini til viðgerðar. Hetta var álvarsligt mistak. Hvørki Føroyar ella Danmark vilja, at tað endurtekur seg.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, hevur gjørt vart við hetta í brævi til Rasmus Jarlov, vinnumálaráðharra. Hon vil hava fund um, hvussu samstarvið á hesum øki kann betrast og styrkjast.

Kristina Háfoss sigur, at landsstýrið vil hava lógirnar um virksemið hjá bankunum í Føroyum so dagførdar sum gjørligt. Men tað ber ikki altíð til. 

Mett at vera triðjalond

Eitt dømi er lógin um at hvítta pengar. Landsstýrið hevur leingi viljað havt eina dagføring, men uppskotið um lógarbroytingina er ikki komið fyrr enn í ár.

Somu reglur skulu vera galdandi um pengaflytingar í Føroyum og Grønlandi sum í Danmark. Talan er um, at ES-reglur koma í gildi í Føroyum og í Grønlandi.

Av tí at somu reglur ikki eru galdandi um fíggjarlig brotsverk í Føroyum og í Grønlandi sum í Danmark, metir ES Føroyar og Grønland at vera triðjalond. 

Skundað gjøgnum

Men lógaruppskotini verða skundað gjøgnum fólkatingið, tí hvørki løgtingið og landstingið í Grønlandi hava viðgjørt lógaruppskotini, áðrenn tey fóru í fólkatingið. 

Hetta ger Kristina Háfoss eisini vart við í brævinum til Rasmus Jarlov. Men taka føroyingar og grønlendingar ikki undir við lógunum og seta tær í gildi, fer ikki at bera til at flyta pengar millum londini í ríkisfelagsskapinum.

Lógaruppskotið var til hoyringar í Føroyum frá 25. januar til 8. februar, men einki svar kom. Uppskotið varð sent Ríkisumboðnum, felagnum hjá peningastovnum og landsstýrinum til hoyringar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. juni
3-2
209682
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf kvinnur
209680
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 6 mf kvinnur
209681
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 10 mannafør
209679
Leygardag 13. juni
Eystanstevna 2026: 5 mf gentur 17-18 ár
209678