Sporðdrekin í FM finaluni

Sporðdrekin í FM finaluni
Sporðdrekin hevur spælt seg í FM-finaluna í kurvabólti fjórða árið á rað
 
05.03.2019 - 15:12

Sporðdrekin vann í gjár hálvfinaluna ímóti Hamari í landskappingini í kurvabólt, 59-44. 

Hóast Sporðdrekin endaði við at vinna við fimtan stigum, so var tað Hamar, sum var á odda í hálvleikinum, 22-27. 

Tá triðji fjórðingur var komin í helvt tók Sporðdrekin tó veruliga yvir og byrjaði at leggja stórt trýst á Hamar í álopsspælinum.

Trýstið hevði við sær, at Hamar fekk nógvar feilir dømdar ímóti sær.

Hetta fekk eisini avleiðingar fyri ein av allarbestu spælaranum hjá Hamari, Sjúrður Sivertsen, sum gjørdi sín fimta feil í dystinum og bleiv tí útvístur.

Eftir hetta gekk illa hjá Hamari at fáa stig, samstundis sum Sporðdrekin fekk gongd á sítt spæl.

Hamar kom ongantíð fyri seg eftir hetta, og Sporðdrekin økti um leiðsluna tað sum eftir var av dystinum og vann at enda tryggan sigur. 

Sporðdrekin er tí í FM-finaluni fjórða árið á rað. 

Sporðdrekin-Hamar 59-42

1.fjórðingur 16-12
2.fjórðingur 22-27
3.fjórðingur 41-32
4.fjórðingur 59-42

Toppskjúttar

Ólavur W. Joensen Hamar 19 stig
Magnus Jakobsen Sporðdrekin 18 stig

Hvørjum Sporðdrekin skal spæla ímóti verður avgjørt leygardagin, tá Hávur og Ravnur spæla hina hálvfinaluna.

Finalan í Trygd-kappingini verður 23. mars í høllini á Argjahamri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262