Yvirtøka og náttúran

Yvirtøka og náttúran
Ein yvirtøka og náttúran eru á dagsskránni hjá løgtinginum í dag
Løgtingsfundur er klokkan 10:00 í dag
 
13.03.2019 - 07:56

Landsstýrið skjýtur upp at yvirtaka vitarnar, sjóuppmerking og sjórættin. Eisini er uppskot um nýggja náttúruverndarlóg. Hon eitur margfeldni í náttúrini.

Tingið skal viðgera fýra lógaruppskot um hetta í dag. Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, mælir millum annað til at taka friðingarnevndirnar av.

Landsstýrisfólkið skal fáa heimildirnar, sum nevndirnar hava havt, og landsstýrisfólkið leggur ætlandi sínar heimildir til Umhvørvisstovuna at umsita.

Nýggja náttúrumargfeldnislógin skal sambært uppskotinum koma í gildi 1. januar í 2020, og tá skulu friðingarnevndirnar eisini takast av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 8. oktober
Nýtt ljóð
214501
Hósdag 8. oktober
Breddin: Fíggjarlóg undir trýsti
214480
Mikudag 7. oktober
Skratsj 7. oktobur 2026
214456
Mikudag 7. oktober
Vágskálin: Heðin er ein stuttlig planta
213904
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392