Fólkatalið minkar í syðru helvt

Fólkatalið minkar í syðru helvt
Fólkatalið í Sandoynni og Suðuroynni er minkað nakað seinasta árið
 
14.03.2019 - 08:01

Meðan fólkatalið veksur í meginpartinum av landinum, so er ein lítil minking í fólkatalinum í Sandoynni og Suðuroynni, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Í Sandoynni minkaði fólkatalið 0,5 prosent frá 1. februar í fjør til 1. februar í ár. Í Suðuroynni minkaði tað 0,4 prosent sama tíðarskeið.

Í Sandoynni búðu 1227 fólk 1. februar í ár, tað er ein minking uppá seks fólk, og í Suðuroynni búðu 4597 fólk 1. februar í ár, sum eru 20 færri í mun til 1. februar í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012