Elin á Løgmansbø vann útvarpsdokumentarkappingina

Elin á Løgmansbø vann útvarpsdokumentarkappingina
Elin Sólvør á Løgmansbø vann kappingina at skriva ein útvarpsdokumentar við heitinum “Alopecia”
 
17.03.2019 - 18:27

Vinnarin varð avdúkaður seinnapartin, tá Kringvarpið skipaði fyri einum útvarpsbiografi í Kringvarpshøllini. 

Kringvarp Føroya skipaði í fjør heyst fyri eini kapping, at skriva ein stuttdokumentar. Sjey stuttdokumentarar komu inn, og allir vóru at hoyra í útvarpsbiografinum. 

Elin Sólvør á Løgmansbø vann fyrsta plássið

Í grundgevingunum fyri, at lata Elini Sólvør á Løgmansbø 1. plássið fyri dokumentarin “Alopecia,” sigur dómsnevndin millum annað

“Søgan er løtt og greið, bæði soleiðis sum hon er fortald, men eisini brúk av ljóði og tónleiki, ið undirbyggir søguna væl. Hetta gevur søguni eitt lag afturat, ið er við til at skapa eina gjøgnumførda lurtarauppliving.”  

Eisini sigur dómsnevndin, at “søgan “Alopecia” er fortald sera erligt og við sansi fyri smálutum.”

Elin Michelsen fekk aðru virðisløn

Dómsnevndin avgjørdi eisini at veita eina aðru virðisløn. Hana vann Elin Michelsen fyri søguna “Gult myrkur.” 

Dómsnevndin, sum hevði umboð úr Danmark, Íslandi og Føroyum, sigur í grundgevingunum fyri at lata Elini Michelsen 2. pláss millum annað

“Lurtarin ferðast saman við frásøgufólkinum á hennara missión eftir at uppliva blindni og møtir yvirraskandi spurningum á vegnum um vakurleika, hugflog og longsul. Søgan er sera væl sett saman.”

Fyrsta virðisløn var 12.000 krónur. Onnur virðisløn var 5.000 krónur. 

Kapping aftur í heyst

Hetta er fyrstu ferð, at Kringvarp Føroya skipar fyri kapping at skriva ein stuttdokumentar. Eftir ætlan verður nýggj kapping skrivað út í heyst. 

Útivið 50 fólk vóru til útvarpsbiografin í Kringvarpshøllini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328