20 milliónir til tunnilstoymið

20 milliónir til tunnilstoymið
Játtanin til tunnilstoymið hjá Landsverki skal hækka 20 milliónir krónir árliga. Dalstunnilin skal gerast, áðrenn tunnilin til Fámjin.
 
30.03.2019 - 09:41

Fyrsti tunnil, sum verður gjørdur, er Dalstunilin, síðan Fámjinstunilin, stendur í uppskotinum til játtanarkarmar, sum varð lagt fram í gjár. 

Eftir hetta eru tunnlar til Tjørnuvík og Gjógv á skrá, sæst í fíggjarkørmunum.

Á seinastu fíggjarlóg vórðu níggju milliónir settar av til tunnilstoymið.

Fíggjarkarmarnir eru grundarlagið undir fíggjarlógini, sum skal leggjast fram í heyst.

Men av tí at hetta eru seinastu fíggjarkarmarnir, áðrenn løgtingsvalið, tað vil siga teir seinastu hjá hesi samgongu, kunnu stórar broytingar verða gjørdar, tá fíggjarlógaruppskotið verður lagt fram í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Hósdag 7. mai
RagnarRokk: Johnny Gioeli um Shout
207511
Hósdag 7. mai
Eitt korter við
208021
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947