1,87 milliónir latnar í filmsstuðli

1,87 milliónir latnar í filmsstuðli
20 filmsverkætlanir fáa stuðul í fyrra umfarinum í 2019
Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er 2,7 milliónir krónur, 400.000 krónur meira enn í fjør
Mynd: Frá upptøkunum til Dreymar við havið  
 
05.04.2019 - 07:40

Íverksetarafelagið Kykmyndir, sum Jón Hammer eigur, fær 400.000 krónur til filmin Oktober. 20 filmsverkætlanir fáa stuðul í fyrra umfarinum í 2019.

Tær fáa eina millión og 866.400 krónur. Størsta stuðulin fáa Kykmyndir. Hann fer til leikfilmin Oktober hjá Sakariasi Stórá. 

400.000 meira enn í fjør

Næststørstu upphæddina, 250.000 krónur, fær Trygvi Danielsen, sum vann Geytan í fjør fyri 111 góðar dagar. Mentamálaráðið upplýsir, at umsóknir um pengar til leikfilm eru fleiri nú. Tær vóru seks hesaferð.

Tveir filmsráðgevar, sum í løtuni eru Magni Høgnesen og Barbara í Stórustovu, gjørdu tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum um, hvussu stuðulin skuldi býtast hesaferð.

Játtanin til føroyska filmsframleiðslu er 2,7 milliónir krónur, 400.000 krónur meira enn í fjør. Seinna stuðulsumfar verður í heyst. Evsta mark at søkja er 1. september.

Hesi fáa stuðul

Navn Verkætlan Stuðul
Kykmyndir ÍVF Oktober 400.000
Trygvi Danielsen 111 góðir dagar 250.000
Anna Katrin Ø. Egilstrøð VITI 165.000
Jóhan Martin Christiansen Touch me, touch me gently 120.000
Rógvi Rasmussen Tað, ið hjartað sær, gloymist ei 100.000
Gudmund Helmsdal Trøllabeiggi 100.000
Alda M. Magnussen Ábyrgd 67.400
Kykmyndir ÍVF Fjørður 48.000
Johan Rimestad Heini & Vivion 80.000
Hanus Johannesen Snildir menn 80.000
Theresa Jákupsdóttir Verkir 60.000
Andrias Høgenni Brúðarvalsur 75.000
Atli Brix Kamban Storkur 72.000
Eir í Ólavsstovu Havið - Taradrotningin 65.000
Esther á Fjallinum Við fyrsta eygnabrá 59.000
BlueBird Film Mannabørn 50.000
Julia í Kálvalíð Omman 25.000
Maria Tórgarð Living Room / Góðastova 25.000
Árni Nicolajsen Vísindamaður við seiðakikara 20.000
Havnar Sjónleikarfelag Illir Andar 5.000

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844