Høgni Hoydal eigur málið

Høgni Hoydal eigur málið
Páll á Reynatúgvu vil hava Høgna Hoydal at koma uppí málið, eftir útsagnirnar hjá Annitu á Fríðriksmørk um Páll á Reynatúgvu
 
09.04.2019 - 12:54

Páll á Reynatúgvu letur tað vera upp til leiðsluna í Tjóðveldi at taka støðu til, hvat skal henda, eftir útsagnirnar hjá Annitu á Fríðriksmørk um Páll á Reynatúgvu.

Men formaðurin í Tjóðveldi er ikki at hitta hjá fjølmiðlunum. Páll á Reynatúgvu skrivar millum annað soleiðis á Facebook:

"Eg gjørdist sera skakkur, tá eg sunnudagin hoyrdi upptøkuna frá Flokstinginum, tí hevði eg lítlan hug at úttala meg um málið.

Eg havi verið limur í Tjóðveldi í skjótt 34 ár, og havi verið í politikki í yvir 20 ár, so eg havi upplivað eitt sindur av hvørjum. Hetta er í roynd og veru einki øðrvísi enn so nógv annað.

Eg eri seinastu dagarnar ofta spurdur, um eg góðtaki umberingina hjá Annitu. Eg havi arbeitt saman við Annitu í nógv ár, og sjálvandi góðtaki eg sum menniskja umberingina."

 >> SÍ EISINI Páll á Reynatúgvu: - Eg eri skelkaður

Men samstundis leggur Páll á Reynatúgvu ábyrgdina yvir á leiðsluna í Tjóðveldi at gera av, hvat ella um nakað skal henda. Tí Páll á Reynatúgvu skrivar:

"Hetta er ikki eitt mál millum meg og Annitu, men eitt mál millum tingbólkaformannin og floksleiðsluna í Tjóðveldi. Hvat kann floksleiðslan liva við?

Eg havi sjálvur takkað nei til at vera við í viðgerðini av málinum innanfloks, bæði tí eg meti meg vera ógegnigan, og tí eg ikki meti hetta vera eitt mál, ið skal viðgerast í tingbólkinum, men í floksleiðsluni."

Men fjølmiðlar fáa ikki nakra viðmerking frá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, um málið. Í gjár vildi Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ikki gera viðmerkingar til málið.

Og í dag vendir Høgni Hoydal ikki aftur, hóast Kringvarpið fleiri ferðir í morgun og fyrrapartin hevur roynt at fingið eina viðmerking frá formanninum í Tjóðveldi um støðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870